Deiligt at deila

Føroyskur punkur! Tá hugsa tey flestu 200! Punkur er kendur fyri at tær inniligu og politisku kenslurnar skulu út, so ráðar sum gjørligt. Teir fyrstu punkbólkarnir vóru meir kendir fyri rátt og inniligani at fáa út sín boðskap. Tað var sjáldan vakurt, og tónlistarligu evnini vóru ikki altíð tey bestu, men við elgittarum, trummum og anlegginum for frá, so bleiv hetta ein tónlistarligur stílur sum summi elskaðu, og nógv ikki orkaðu fyri.

Mynd av 200%-útgávuni

Ímynda tær at taka streymin frá einum punkbólki, og bara lata teir brúka rødd og akkustisk instrumentir. Tað kanst tú sleppa at uppliva í Nólsoy páskaaftan, 20. apríl, tá 200 fara á pall undir stovukonsertunum undir HeiMA-festivalinum.

200 – Tveyhundrað – eru kendir fyri samfelagsatfinnandi punk/rokk elektriskan tónleik, fokk jú fingrar og kjaftaslit! Navnið 200 er valt, tí at limirnir í bólkinum eru 200% fyri loysing.

Sangirnir hjá 200 eru allir á føroyskum og eru merktir av skemti og sjálvsironi. Kendasti sangurin man vera “Muscleman Blað” av 2005 útgávuni Viva la Republica. Hann var eitt føroysk hitt har bólkurin talaði at ágangi ímóti teimum samkyndu.

200 live in NLH RNC. Photo Allan Broekie and Frederikke Hansen. Courtesy of 200
200 live in NLH RNC. Photo Allan Broekie and Frederikke Hansen. Courtesy of 200

Tað gleðir okkum at teir – Niels Arge Galán, sang og gittar, Mikael Blak,
bass, og Uni Árting, trummur – eru 200% við uppá at spæla akkustiskt á HeiMA!

Her kanst tú keypa atgongumerkir: www.atgongumerki.fo!

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *