Deiligt at deila

Hann byrjaði sum tónleikari sum heilt ungur í Klaksvíksbólkinum Haihko, men tað skuldu ganga nógv ár áðrenn hann fór at spæla løg honum dámdi serliga væl, nevniliga country-tónleik. Og hann bleiv hjartaliga móttikin av føroyingum og útlendingum, tá hann kom við síni fyrstu fløgu.

Nú hevur hann givið út seks fløgur, og trívist við at spæla tónleik. Vit hava roynt at fingið hann at koma til HeiMA fleiri ferðir, men tað ligið fyri hjá Halli. Men í ár ber til:

Hallur Joensen á Spotify

Endiliga lukkaðist viðvíkjandi kalendarinum at sleppa til HeiMA í Nólsoy!

Country kongurin kemur at spæla saman við Jóan Petur (Beddi) Hansen og Paula Magnussen.

Hallur sigur fyri okkum at hann ikki hevur sett nakra skrá saman sum hann skal spæla í Nólsoy, men nøkur boð eru: «Tú eigur dagin í dag», «Enn stendur hurð mín opin», «Her í bygdini» , «Kyss ein eingil hvønn morgum», «Gyltu Ljósakrúnurnar», «Lívi er ein lítil løta» og «Send me a letter Amanda»

Vit gleva okkum at síggja Hallur, Beddi og Paula í stovunum í Nólsoy, páskaftan.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *