Deiligt at deila

Evy og Anfinn hava verið vertir á hvørjum árið higartil. Aftur í ár ber til at uppliva HeiMA heima hjá teimum. Evy Toftegaard Nielsen heldur tað er spennandi at fáa vitjan av tónleikarum, sum vanliga framføra á palli at framføra heima í hennara stovu. “Eg haldi konseptið er gott og gott fyri Nólsoy. Deiligt at vera við til at draga fólk til oynna og geva teimum eina góða uppliving.”

Rúna Ingunardóttir tók myndina heima hjá Evy og Anfinn undir framførsluni hjá Martin Joensen
Vælnøgd eru tey øll: vertur, tónleikari og áskoðariar klappa aftaná Martin Joensen konsertina HeiMA hjá Evy & Anfinn. Myndina hevur Rúna Ingunardóttir tikið.

Tey tíggju heimini sum húsa húsakonsertunum undir HeiMA-degnum páskaaftan 20. apríl eru tey sum gera tað møguligt at halda hetta tiltakið.

Føroyingar hava eina mentan har tað at ganga húsagongd er vanligt. Fyri okkum er gestablídni hjá HeiMA-vertunum av avgerandi týdningi. Uttan heimini er einki HeiMA.

Trappan, á veg inn, har ein hittir vertin fyrstu ferð. Gongin har ein sigur fyrstu setningarnar fyri at fáa samband millum gestir og vertir – og so inn í stovuna, har familjan hevur sínar gerandisdagar og bjóðar gestum inn. Í hesum privata rúminum, stovan, ið er so ymisk frá heimi til heim, har sleppa vit at hoyra tónleik í sínum serliga heimliga umhvørvi. Upplivingin er nærverandi, og serlig bara fyri stovuna ein situr í. Í næsta heimi fær eina aðra uppliving, sjálvt við somu tónleikarum.

HeiMA 2019 heimini sett á mynd Nicoline Korsvold tók av Max og Ívari í fjør.

Summi velja at koma til Nólsoyar hendan dagin, bara tí at tey vita at eitt heim tey kenna eru við í tiltakinum. So fáa tey vitja vinir og kenningar, og samstundis uppliva konsertir í heiminum tey vitja. Í ár er fjórða ferðin at vit skipa fyri HeiMA-degnum í Nólsoyarheimum, og tey flestu húsini hava verið við øll árini. Tað hava verið býtt um við 1-2 hús tá tað ikki hevur ligið fyri hjá onkrum, men annars eru tey somu við. Tað eru vit sera takksom fyri.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *