Deiligt at deila

Herborg Torkilsdóttir verður við á HeiMA, sum verður í Nólsoy um páskirnar. Hetta verður eitt forkunnugt høvi, at uppliva Herborg aftur á palli.

Hon gjørdi fyrstu ferð um seg, tá hon í 2006 og 2007 gav fýra løg út á Myspace, ið var í hæddini tá. Henda fyrsta digitala útgávan hjá Herborg æt First Time’r, og fekk fitt av miðlaumtalu.

Herborg Torkilsdóttir á Myspace
Alt fleiri føroysk listafólk gera um seg á Myspace, nýggjasta føroyska tónlistarliga íkastið er við Herborg Torkilsdóttir og dóttir hennara 9 ára gomlu Sissal.
Herborg Torkilsdóttir er 29 ára gomul havnargenta, ið býr í Danmark. Á profili sínum sigur Herborg, at hon hevur spælt gittar og skrivað sangir í fleiri ár, og nú hevur hon endiliga avgjørt at spæla inn okkurt av tí, ið hon hevur skrivað. Hon sigur, at hon ikki hevði tíð at finna ein professionellan gittarleikara, og hevur tí spælt alt inn sjálv.
Herborg sigur, at tað var sera stuttligt í upptøkuhølinum og at dóttir hennara Sissal hjálpti henni á lagnum Savannah, ið er skrivað til yngstu dóttir Herborgs, Savannah, meðan hon enn lá í móðurlívi.
Á profilinum liggja 4 løg, ið eru í singer/songwriter stílinum. 3 eru á føroyskum, meðan Savannah er á føroyskum.
Vitjað Herborg á: http://www.myspace.com/herborgtorkilsdttir
– Niels Uni Dam á Portalinum 9. januar í 2007

Løgini vórðu eisini nógv spæld. Serliga var tað lagið Always Breaking Hearts, sum gjørdi um seg.

Herborg er fjøllistakvinna, og hevur síðan tá gjørt vart við seg, sum sniðgevi og seymikona, handan merkið Torkilsdóttir. Eisini luttók hon í 2014 í donskum sjónvarpskappingini, Klar, parat, sy á TV2 Fri, og gjørdist greiði vinnarin.

Men gittarin, sangskrivingin og sangur hevur enn pláss í hennara lívi, og tí verður hetta eitt frálíkt høvi, at hoyra kreativu kvinnuna við teimum poputtu løgunum á HeiMA.

Eitt nýtt lag er eisini komið á netið: Lalala, liggur á Youtube, og sera hóskandi er kykmyndalagið tikið gjøgnum ein glugga í Nólsoy.

Nýggjasta staklagið hjá Herborg

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *