Deiligt at deila

Hvat passar betri í Nólsoyarheimum, enn harmoniskar røddir sum syngja uttan elektriska hjálp? Vokalbólkurin KATA kemur at syngja á HeiMA páskaaftan 20. apríl.

Fløgan “Tívils døtur” fæst til keyps frá Tutl.

Kvinnurnar í bólkinum sum koma á HeiMA eru Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen og Unn Paturson. Tær eru allar kendar hvør sær frá tónleikapallinum, men hava funnið saman í bólkinum KATA. Á HeiMA fara tær at syngja føroyskt tilfar, sumt er nýarrangerað yvir gamlar føroyskar sangir, og tær syngja okkurt bulgarkst eisini  Tað bulgarska tilfarið eru eisini gamlir fólkasangir, sum eru arrangeraðir til kvinnukór.  Unn Paturson hevur arrangerað/ komponerað ta føroyska tilfarið, sum tær vænta at syngja á HeiMA.

Nógv av tí føroyska tilfarinum finna tær í tí tilfarinum sum Marianne Clausen noteraði niður av løgum frá gomlum upptøkum. 

Upprunaliga byrjaði KATA fyri 12-13 árum síðani, tá Katrina Petersen stovnaði bólkin. Tá var tað serliga bulgarskur kvinnukórsangur sum var á skránni. Aftaná ein steðg í nøkur ár byrjaði núverandi manningin at syngja saman í 2013. Síðani hava tær serliga sungið gomul føroysk løg sum eru útsett av nýggjum til teirra KATA-røddir.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *