Leygardagin, páskaaftan, 20. apríl er HeiMA í Nólsoy á fjórða sinni. Skráin byrjar longu klokkan 10 fyrrapartin, og vit hava nógv á skránni til langt út á kvøldi. HeiMA-konsertirnar byrja seinnapartin. Til konsertirnar krevst atgongumerki.
Vit heita á fólk, sum skulu luttaka um at koma í góðari tíð. “Ternan” siglir sum vanligt, men har eru tvær broytingar í skránni, so fólk kunnu koma beinleiðis til konsertirnar seinnapartin, og fólk sleppa heimaftur umleið klokkan 22.50, tá “Ternan” siglir seinastu ferðina aftur til Havnar HeiMA-leygarkvøldi. Ternan siglir fleiri ferðir um øll tey sum ynskja við ikki sleppa við yvirum.
Atgongumerkir til konsertirnar á HeiMA kunnu keypast her: www.atgongumerki.fo

Ferðaætlanin hjá “Ternuni” leygardagin sæst á myndini niðanfyri:

