Deiligt at deila
Ladybirds eru Fokelien Looijenga (til vinstru) og Maaike Boonstra.

Føroyavinurin Maaike Boonstra kemur á vitjan um páskirnar, og hevur við sær tónleikavinkonuna Fokelien Looijenga. Tær kalla seg Ladybirds, og fara við Maaike á trompet, gittar og sang og Fokelien á tenorsaksofon at spæla á HeiMA í Nólsoy páskaftan, 20. apríl.

Fríslendingurin Maaike leitaði sær til Føroyar, tí hon ætlaði sær at hava eitt fríár frá tónleikinum, og í staðin ferðast og gera fyrifallandi arbeiði.

Eftir einans eina viku í Føroyum, á vetri 2017-2018, við nógvum Vetrajass-upplivingum, so kom tónleikarin aftur í hana, og hon mátti finni sær eina trompet.

Hon fekk lænt eina trompet frá Ólavi Olsen, og kom beinanvegin uppí Havnar Hornorkestur har hon spældi, meðan hon var í Føroyum. Í Havnar Hornorkestur spældi hon kornett.

Meðan hon var í Føroyum upptrakkaði hon ofta á Open Mic/Open Stage, bæði sum solistur og saman við Monkey Rat. Hon sat í fríløtum og spældi á gittarin, og gjørdi løg hon síðani framførdi á Open Mic. Hon hjálpti eisini til við at fyrireika HeiMA 2018 har hon eitt nú framførdi eina lítla ljóðroynd inni í stovuni hjá Vígdis og Ívari.

Tá hon var á veg heim til Hollands aftur, steðgaði hon í Keypmannahavn, har hon spældi saman við Monkey Rat á Copenhagen Jazz Festival.

Á skránni hjá Ladybirds eru millum annað nøkur av kendu løgunum hjá Chet Baker, sum til dømis «My Funny Valentine» og «My Foolish Heart.» Tær hava eisini eitt lag hjá norska bólkinum GURLS, sum tær dáma sera væl, við í skjáttuni.

Maaike Boonstra og Fokelien Looijenga siga at talan er um sferiskan jazz við einum farra av latínskum rútmum. Vit á HeiMA eru sera fegin um at Maaike Boonstra kemur aftur at vitja, og at vit tí hava fingið Ladybirds á HeiMA 2019.

Atgongumerkir kunnu keypast á: www.atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *