Deiligt at deila

The Early House avloysir Lenu Anderssen


Lena Anderssen
kenna tey flestu sum songkvinnu, tekstskrivara og tónasmið. Tey sum hava sæð hana á palli vita at hon er fantastisk á palli. Nú kemur hon at spæla á HeiMA páskaaftan 20. apríl í Nólsoyarheimum.

Hennara inniliga rødd nemur við hjartað hjá mongum, tá hon syngur sínar sangir. Vit gleða okkum til at uppliva hana til serligu stovukonsertirnar í Nólsoy, har tónleikari og áhoyrari sita nær hvør øðrum, og tí kunnu uppliva tónleikin enn nærri enn á vanligum konsertum.

Hon syngur persónligar tekstir um lívið, men eisini um vónina og kærleikan, sum hóast alt fær okkum at vilja lívið við øllum tí góða tað hevur at bjóða.

Lena Anderssen hevur givið út tónleik í meir enn 20 ár. Hennara higartil seinasta útgáva, «Eagle in The Sky», gav henni millum annað bæði heitið sum ársins songkvinna og ársins útgava í popp/rokk-bólkinum á FMA í 2017.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo

Lena Anderssen
Lena Anderssen

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *