Deiligt at deila

Ranchus er bólkur mannaður av fýra havnamonnum, ið møttust til fyrstu venjing í einari hyttu í haganum á Ternuryggi. Smáttan er síðani niðurbrend.

Vanliga spæla teir heldur heldur larmandi rokk konsertir. Í 2014 gav bólkurin út fløguna ”Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass”, og í 2017 kom sjey-tumma pláta ”Eat Silk” og í 2018 EP’in ”Live From The Barn”. Á HeiMA spæla Ranchus tó akustisk.

Sí munin niðanfyri:

”Clog” (akustiskur)

”Clog” (elektriskur)

Seinastu tíðina hevur ikki verið nógv at hoyrt til bólkin. Teir hava fingist við eina nýggja útgávu, ið er við at vera klár. Dagurin nærkast og teir gleðast – og onnur við.

Ranchus eru:
Sigmund Zachariassen
Sjúrður Samuelsen
Ólavur á Skipagøtu
Jónsvein Mikkelsen.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *