Vanligvís røkkur ljóðmyndin, sum bólkurin skapar, frá tí stóra til tað nærverandi. Tí verður tað serliga spennandi, at hoyra løgini í einum akkustiskum hami, til HeiMA 2019.
Eftir at bólkurin Frodi Bjarnason, við Fróða Bjarnason Joensen á odda, vann Stella Polaris/Sement í 2018, hava teir spælt fleiri væleydnaðar konsertir í Føroyum, sum til dømis á G!-festivalinum og á FMA-upptaktini.
Teir hava givið út tvey stakløg, sum bæði fingu rúma spælitíð í útvarpi. Bólkurin hevur eisini spælt beinleiðis í morgnsendingini hjá KVF.
Fróði greiddi útvarpsvertinum frá at hann vanliga ger løg og tekstir heima við hús. Tó heldur hann at sangirnir gerast betri við at hinir tónleikararnir í bólkinum seta síni fingramerki á.
Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.