Deiligt at deila

Páskaaftan bjóða nólsoyingar aftur heim í stovurnar til góðan akustiskan tónleik. HeiMA-festivalurin er við at vera klárur, og vit kunnu í dag avdúka tann fyrsta tónleikaran av til samans tíggju, sum fara spæla í Nólsoyar-heimunum.

Hvørt føroyskt mannsbarn kennir Signar í Homrum. Harumframt, eru løg og tekstir hansara sera vælumtóktir okkara millum. Hann hevur í nógv ár undirhildið sum einstaklingur ella í bólkum sum Kjølar og ROX.

Hetta er fyrstu ferð at hann kemur at spæla á HeIMA og hann kemur einsamallur við sínum gittara. Hann kemur at spæla løg vit kenna, bæði sum hann sjálvur hevur gjørt, og okkurt hjá øðrum eisini. Hvør kennir ikki «Tað er gott at elska», føroyska útgávan sum Signar hevur gjørt av lagnum hjá íslendska Bubba Mortens. Av hansara egnu tekstum og løgum kenna tey flestu «Sorgblídni». Annars var Signar fyrstu ferð at hoyra sum sangskrivari, tá hann sang «Paying» hjá Kjølum. Lagið var við á útgávuni «Rock í Føroyum 2», sum kom í 1997.

Men hvat kemur Signar at spæla, og leggur hann eina egna HeIMA-skrá?
– Eg geri ikki nógvar tillagingar, sum so, men av tí eg spæli bara við einum akkustiskum gittara, so verða sangirnir sjálvandi í einfaldari útseting, sigur hann.
– Bestemmi meg ofta ikki fyrr enn beint áðrenn, men tað verða so nakrir av mínum sangum, umframt okkurt annað, sum eg rokni við hóskar til, sigur Signar í Homrum.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á https://www.atgongumerki.fo/music/845598/heima-2019

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *