Deiligt at deila

Sámal Ravnsfjall var á okkara fyrsta HeiMA páskaaftan 2016 saman við Jóan Jakku Guttesen. Teir báðir eru nevniliga kendir frá bólkinum Vágaverk, ein bólkur sum millum annað hevur givið okkum slagararnar «1001 nátt» og «Medistari í karry». Spurdur um hvussu hann dámdi at framføra akkustiskt á HeiMA svaraði hann: “At koma í stovuna hjá fólki og spæla okkara sangir nakið, uttan at teir vóru litaðir av øðrum effektum enn tað rúmi vit vóru í, var ein fragd tí tað fungeraði.”

Tá Sámal trýnur á pall einsamallur, so spælir hann bæði løg hann hevur verið við at gera landskend, eins og hann spælir løg hjá øðrum. Hann hevur spælt í ymsum bólkum, men er best kendur sum trubadurur, og sæst á palli um alt Føroya land, og í útheiminum tá tað passar. Og er lagið til tað, so er ein gøtukonsert gjarna á skránni. Sámal Ravnsfjall hevur í nógv ár verið ein av okkara best kendu, og best dámdu fólkatónleikarum, við herðslu á tað fólkaliga.

Sagt verður at hann hevur spælt á hvørjum tanga í Føroyum. Nú kemur hann aftur til Nólsoyar at spæla í tveimum nólsoyarstovum páskaaftan, 20. apríl, á HeiMA. Vit gleða okkum at síggja og hoyra solistin í heimligum umhvørvi.

Atgongumerkir til HeiMA kunnu keypast á atgongumerki.fo.

Leave a comment

Your email address will not be published. Required fields are marked *