Hvat passar betri í Nólsoyarheimum, enn harmoniskar røddir sum syngja uttan elektriska hjálp? Vokalbólkurin KATA kemur at syngja á HeiMA páskaaftan 20. apríl. Kvinnurnar í bólkinum sum koma á HeiMA eru Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen og Unn Paturson. Tær eru allar kendar hvør sær frá tónleikapallinum, men hava funnið saman í bólkinum KATA. […]