The Early House – Avloysa Lenu á HeiMA
«The Early House» Mynd: Marianna Nagata

Lena Anderssen liggur sjúk, og varð langafríggjadag noydd at geva avboð til konsertirnar á HeiMA páskaaftan. Í hennara pláss kemur «The Early House», við Ragnar Finson og Joel Andersson.Ragnar Finnson er í løtuni í Føroyum við “The Early House”, og teir spæla lívligan írskan fólkatónleik. Teir bjóða øllum vælkomnum til tað teir kalla «feitan tónleik […]

Read more
Ladybirds – Fríslendskur jazzur á HeiMA

Føroyavinurin Maaike Boonstra kemur á vitjan um páskirnar, og hevur við sær tónleikavinkonuna Fokelien Looijenga. Tær kalla seg Ladybirds, og fara við Maaike á trompet, gittar og sang og Fokelien á tenorsaksofon at spæla á HeiMA í Nólsoy páskaftan, 20. apríl. Fríslendingurin Maaike leitaði sær til Føroyar, tí hon ætlaði sær at hava eitt fríár […]

Read more
Trubadururin Sámal Ravnsfjall í heimligum umhvørvi

Sámal Ravnsfjall var á okkara fyrsta HeiMA páskaaftan 2016 saman við Jóan Jakku Guttesen. Teir báðir eru nevniliga kendir frá bólkinum Vágaverk, ein bólkur sum millum annað hevur givið okkum slagararnar «1001 nátt» og «Medistari í karry». Spurdur um hvussu hann dámdi at framføra akkustiskt á HeiMA svaraði hann: “At koma í stovuna hjá fólki […]

Read more
200% akkustiskt á HeiMA
200 live in NLH RNC. Photo Allan Broekie and Frederikke Hansen. Courtesy of 200

Føroyskur punkur! Tá hugsa tey flestu 200! Punkur er kendur fyri at tær inniligu og politisku kenslurnar skulu út, so ráðar sum gjørligt. Teir fyrstu punkbólkarnir vóru meir kendir fyri rátt og inniligani at fáa út sín boðskap. Tað var sjáldan vakurt, og tónlistarligu evnini vóru ikki altíð tey bestu, men við elgittarum, trummum og […]

Read more
Herborg trýnur á pall á HeiMA

Herborg Torkilsdóttir verður við á HeiMA, sum verður í Nólsoy um páskirnar. Hetta verður eitt forkunnugt høvi, at uppliva Herborg aftur á palli. Hon gjørdi fyrstu ferð um seg, tá hon í 2006 og 2007 gav fýra løg út á Myspace, ið var í hæddini tá. Henda fyrsta digitala útgávan hjá Herborg æt First Time’r, […]

Read more
Hallur Joensen: “Endiliga lukkaðist!”

Hann byrjaði sum tónleikari sum heilt ungur í Klaksvíksbólkinum Haihko, men tað skuldu ganga nógv ár áðrenn hann fór at spæla løg honum dámdi serliga væl, nevniliga country-tónleik. Og hann bleiv hjartaliga móttikin av føroyingum og útlendingum, tá hann kom við síni fyrstu fløgu. Nú hevur hann givið út seks fløgur, og trívist við at […]

Read more
Sement-vinnarin Frodi Bjarnason luttekur á HeiMA

Vanligvís røkkur ljóðmyndin, sum bólkurin skapar, frá tí stóra til tað nærverandi. Tí verður tað serliga spennandi, at hoyra løgini í einum akkustiskum hami, til HeiMA 2019. Eftir at bólkurin Frodi Bjarnason, við Fróða Bjarnason Joensen á odda, vann Stella Polaris/Sement í 2018, hava teir spælt fleiri væleydnaðar konsertir í Føroyum, sum til dømis á […]

Read more
KATA kemur á HeiMA við kvinnukórsangi

Hvat passar betri í Nólsoyarheimum, enn harmoniskar røddir sum syngja uttan elektriska hjálp? Vokalbólkurin KATA kemur at syngja á HeiMA páskaaftan 20. apríl. Kvinnurnar í bólkinum sum koma á HeiMA eru Eyð Steinbjørnsdóttir, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen og Unn Paturson. Tær eru allar kendar hvør sær frá tónleikapallinum, men hava funnið saman í bólkinum KATA. […]

Read more
Ranchus – frá smáttu til HeiMA
Ranchus

Ranchus er bólkur mannaður av fýra havnamonnum, ið møttust til fyrstu venjing í einari hyttu í haganum á Ternuryggi. Smáttan er síðani niðurbrend. Vanliga spæla teir heldur heldur larmandi rokk konsertir. Í 2014 gav bólkurin út fløguna ”Feeling Like A Caged Lion Pacing Behind One Way Glass”, og í 2017 kom sjey-tumma pláta ”Eat Silk” […]

Read more
Signar kemur at spæla á HeiMA
Signar í Homrum - HeiMA 2019

Páskaaftan bjóða nólsoyingar aftur heim í stovurnar til góðan akustiskan tónleik. HeiMA-festivalurin er við at vera klárur, og vit kunnu í dag avdúka tann fyrsta tónleikaran av til samans tíggju, sum fara spæla í Nólsoyar-heimunum. Hvørt føroyskt mannsbarn kennir Signar í Homrum. Harumframt, eru løg og tekstir hansara sera vælumtóktir okkara millum. Hann hevur í […]

Read more