Ræna handlar í París
Tað er framvegis sera ófriðarligt í franska høvuðsstaðnum í kvøld. Minst 400 fólk eru handtikin og handlar og bilar standa í ljósum loga
Skotglaður Boas gav H71 gott evropeiskt útgangsstøði
Boas Ellefsen á Skipagøtu skoraði 11 ferðir í 34-27 sigrinum hjá H71 á Trogir í Hoyvík, og nú hava hoyvíkingar gott útgangsstøði áðrenn útidystin í European Cup
Heimasíða um Vestmannatunnil
Nógv kjak er um, hvar næsti tunnilin skal gerast - og nú hevur ein tann størsta eldsálin handan tunnilin til Vestmanna tikið stig til at samla ymiskt tilfar á nýggjari heimasíðu
Høgni Johannesen talar í Betesda sunnukvøldið kl. 18 – dópur verður
Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer Høgni Johannesen at tala um evnið: ”Tey fýra stigini í lívi hins trúgvandi”, sangkórið í Betesda fer at luttaka, og dópur verður á møtinum
SMS-deildin: Stjørnan steðgaði H71 á heimavølli
Við framúr byrjan og góðum endaspurti eydnaðist tað Stjørnuni at vinna á H71 og minka um munin upp til oddaliðið, sum hevði fult stigatal áðrenn dystin í dag
Siðsøga: Um turkararánið í Íslandi
Í 1627 byrjaðu sonevndu turkararánini í Íslandi. Somu turkar gjørdu eisini um seg í Føroyum
Farmaskipið Akranes er handað Smyril Line
Smyril Line hevur í gjár fingið handað farmaskipið Akranes frá CIMC Raffles skipasmiðjuni í Yantai í Kina.
Stjørnan steðgaði sigursgongdini hjá H71
Tað var spenningur og undirhald fyri allar pengarnar, tá Stjørnan í dag hevði vitjan at oddaliðnum H71. Stjørnan fekk eina góða byrjan, serliga var tað verjuparturin hjá heimaliðnum, sum fyrstu løtuna stóð seg væl. Tá leiktir voru 13 minuttir, var støðan 9-3 til heimaliðið, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 16-13 til Stjørnuna. […]
Russar væl nøgdir við signalini frá Trump
Hetta tænir amerikanskum áhugamálum, segði Trump, tá hann steðgaði revsitiltøkum móti Russlandi. - Hetta ger í øllum førum russar nøgdar, sigur Tór Marni Weihe, viðmerkjari.
Onki brast í Viðvík
Bumban frá øðrum heimsbardaga liggur enn í Viðvík. Arktisk Kommando roynir aftur ein annan dag, og biður fólk um ikki at fara at forvitnast.
Mjølnir vann øll trý settini á Toftum
Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu í dag 3–0 á Ternuni á Toftum. Settúrslitini vóru 25–20, 25–19 og 25–21. Mjølnir byrjaði við Elisabet Vilhelmsen, liðskiparanum Nicolu Toftegaard, Sirið Samson, Oslu Johannesen, Thirzu Lindu Becerra og Mariu Teresu Vitalis. Somu seks leikarar byrjaðu inni í øllum trimum settunum. Í fyrsta setti var Mjølnir á odda 17–10, áðrenn Ternan […]
FFM setur sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring
Tíðindaskriv/Felagið Føroysk Marknaðarfólk Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, skipar í næstu viku fyri tveimum limatiltøkum um vitlíki og marknaðarføring. Morten Saxnæs, […]
Vitlíki og marknaðarføring á breddanum í Klaksvík
Hvussu tryggjar ein fyritøka sær, at hon verður nevnd, tá viðskiftafólk biðja vitlíki um viðmæli? Tað verður eitt av evnunum, tá Felagið Føroysk Marknaðarfólk skipar fyri limatiltaki á KG týsdagin. Danski ráðgevin Morten Saxnæs fer týsdagin 20. oktober klokkan 13.30 at greiða frá, hvussu vitlíki broytir marknaðarføring og kappingina millum fyritøkur. Dentur verður lagdur á, […]
Trump linkar revsitiltøkini móti Russlandi – Evropa mótmælir
Meðan ES herðir revsitiltøkini móti Russlandi, hevur amerikanski forsetin valt at ganga øvugtan veg. Avgerðirnar hava elvt til harðar atfinningar bæði í Evropa og í USA
Ferðavinnan blómar, men tey ungu flyta kortini úr Skagen
Danski ferðavinnubýurin Skagen er eitt dømi um, at vaksandi ferðavinna ikki neyðturviliga merkir fleiri fastbúgvandi íbúgvar. Hóast býurin á hvørjum ári dregur nógv ferðafólk til sín, er fólkatalið nærum minkað niður í helvt seinastu árini